Søga og byggilist

Kenda, danska arkitektafelagið Friis & Moltke A/S, hevur teknað Hotel Føroyar, sum lat upp í mai 1983.

Uppgávan hjá arkitektunum var at laga seg sum best til lendið og landslagið.

Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av nátturini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum.

Innan er Hotel Føroyar eitt ævigt skiftandi spæl ímillum ljós og myrkur, ímillum langar myrkar gongir og kømur við nógvum ljósi og stórslignum útsýni, og sum øll venda oman ímóti býnum.

Gestirnir á hotellinum verða førdir ígjøgnum hetta arkitektoniska spæl fleiri ferðir dagliga.

 

TÍÐINDI
18.03.2010Tíðindabræv
03.08.2009Nýggj sushibarr í Havn
10.05.2009Fimmstjørnu fundarstaður
SERTILBOÐ
 
Ólavsøka

 

4 stjørnur Hotel Føroyar • Oyggjarvegur 45 • 100 Tórshavn • Føroyar • Tel +298 31 75 00 • Fax +298 31 75 01 • hf@hotelforoyar.fo
Ment og forritað hevur Formula Media. Sniðgivið hevur IKON